Ronaldo í øðini og verður kritiseraður

- Hann hevur ikki dribblað framvið nøkrum í trý ár, sigur kendur italskur venjari

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo ónøgdur við at blíva útskiftur í Champions League

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo ónøgdur við at blíva útskiftur í Champions League

Juventus vann í gjár 1-0 á AC Milan í italsku Seriu A. Stóra søgan í italskum miðlum er, at ein firtin Cristiano Ronaldo bleiv útskiftur annan dystin upp í slag. Hann rýmdi av vøllinum og fór beint til Portugals, har hann skal spæla landsdystir.

Nýggjur venjari hjá Juventus er Maurizio Sarri, og hann er ein djarvur maður, tí Cristiano Ronaldo er ein stór stjørna í Juventus. Avgerðin skuldi tó vísa seg at vera røtt, tí innskifti Paulo Dybala skoraði avgerandi málið. Tað hevur venjarin eisin fingið rós fyri, meðan Cristiano Ronaldo verður kritiseraður fyri sín atburð.

##med2## 

- Ronaldo er ein meistari, men hann hevur ikki dribblað framvið einum spælara seinastu trý árini. Tað gongur ikki so væl í løtuni og tí er tað einki óvanligt í at skifta hann út. Ronaldo má eisini vera ein meistari, tá tað gongur illa, sigur kendi italski venjarin, Fabio Capello.

Maurizio Sarri sigur at hann skifti 34 ára gamla Cristiano Ronaldo út, tí hann hevur ein skaða í knænum. Hann skifti hann eisini út móti Lokomotiv Moskva í Champions League.

- Fyrst má eg takka Ronaldo, tí hann hevur offrað nógv fyri at vera við. Hann hevur ein skaða í knænum og gjørdi alt hann kundi, fyri at spæla dystin. Eg sá at hann ikki hevði tað gott og skifti hann út. Eg skilji væl, at hann er óður, tí hann hevur gjørt nógv fyri at kunna spæla hendan dystin, sigur Maurizio Sarri, venjari hjá Juventus.

Juventus er ósigrað hetta kappingarárið og liggur á odda í Seriu A.

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo ónøgdur við at blíva útskiftur í Champions League

Cristiano Ronaldo storms off after being substituted in Juventus win over AC Milan