Ronaldo í serflokki – á Instagram

Cristiano Ronaldo er fyrsti perónurin, sum hevur fingið 200 milliónir fylgjarar

Mynd: (Instagram/Cristiano Ronaldo) Cristiano Ronaldo saman við unnustini Georgina Rodriguez

Mynd: (Instagram/Cristiano Ronaldo) Cristiano Ronaldo saman við unnustini Georgina Rodriguez

Cristiano Ronaldo er vanur við at seta met. Tey flestu á vøllinum. Han setti eisini met, tá hann í 2009 bleiv heimsins dýrati fótbóltsspælari. Portugisiska heimsstjørnan hevur stóran áhuga millum fólk og tað sæst aftur á sosialu miðlunum, har hann hevur sett enn eitt met.

Cristiano Ronaldo er nevniliga fyrsti persónurin, sum hevur rokkið 200 millinum fylgjarum á Instagram. Her vinnur hann nógvar pengar við at lýsa við vørum og øðrum. Hann er eisini raskur at vísa vøddar og ikki minst familjuna fram.

##med2## 

Við hesum er Cristiano Ronaldo frammanfyri kend folk sum Ariana Grande og Dwayne 'The Rock' Johnson, sum mangla áleið 25 milliónir fylgjarar fyri at røkka 200 milliónum fylgjarum. Eisini hevur Cristiano Ronaldo áleið 60 milliónir fleiri fylgjarar enn kappingarneytarnir Lionel Messi og Neymar.

Tað kann kjakast um hvør er besti fótbóltsspælarin, og um fótbólturin fyllur ov nógv í gerandisdegnum, men við hesum prógvar Cristiano Ronaldo at fleiri fylgja honum enn nøkrum øðrum ítróttarfólki, sjónleikara, tónleikara og Kim Kardashian!

Flest fylgjarar á Instagram

1. Instagram (@instagram) – 330 milliónir fylgjarar

2. Cristiano Ronaldo (@cristiano) – 200 milliónir fylgjarar

3. Ariana Grande (@arianagrande) – 173 milliónir fylgjarar

4. Dwayne Johnson (@therock) – 170 milliónir fylgjarar

5. Selena Gomez (@selenagomez) – 167 milliónir fylgjarar

6. Kylie Jenner (@kyliejenner) – 159 milliónir fylgjarar

7. Kim Kardashian (@kimkardashian) – 158 milliónir fylgjarar

8. Lionel Messi (@leomessi) – 141 milliónir fylgjarar

9. Beyonce (@beyonce) – 139 milliónir fylgjarar

 

10. Neymar (@neymarjr) – 132 milliónir fylgjarar

Mynd: (Instagram/Cristiano Ronaldo) Cristiano Ronaldo saman við unnustini Georgina Rodriguez

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo í dysti móti Lionel Messi og Neymar