Rooney á veg til enskan fótbólt

Wayne Rooney er á veg aftur til enska fótbólt, men tað er í einum øðrvísi leikluti

Mynd: (Scanpix) Wayne Rooney spældi síni bestu ár í Manchester United

Mynd: (Scanpix) Wayne Rooney spældi síni bestu ár í Manchester United

Bretskir miðlar skriva í dag, at Wayne Rooney er á veg til Derby County, har hann skal verða spælandi hjálparvenjari. Hann hevur seinastu tíðina spælt við DC United í USA. 

Derby County, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi, hevur sett fyrrverandi hollendska landsliðspælaran, Phillip Cocu, sum venjara. Hann tekur við eftir Frank Lampard, ið var venjari fara kappingarár. Hann er nú venjari hjá Chelsea.

##med2##

Nevndarformaðurin í Derby County váttar fyri enskum miðlum, at Wayne Rooney er á veg til felagið. Hann sigur millum annað, at Wayne Rooney hevur víst stóran áhuga fyri at koma heim til Onglands at spæla.

Hann leggur tó afturat, at tað er ein trupulleiki at miðlarnir hava fingið frænir av áhuganum, tí nú veksur áhugin fyri honum frá øðrum feløgum. 33 ára gamli Wayne Rooney hevur fyrr víst á, at hann er áhugaður í venjaraleiklutinum.

Mynd: (Scanpix) Wayne Rooney spældi síni bestu ár í Manchester United

Wayne Rooney • The Story (2004-2017) | HD