Royndar Kyndilskvinnur bastu spennandi U16-landsliði

Summarkappingin hjá Hondbóltssambandi Føroya tjóvstartaði í kvøld

Kyndil og føroyska U16-landsliðið við gentum góvu áskoðarunum ein fínan hondbóltsdyst

Kyndil og føroyska U16-landsliðið við gentum góvu áskoðarunum ein fínan hondbóltsdyst

Summarkappingin, kvinnur:

Kyndil - Føroyar U16 25-17 (10-6)

Í kvøld var fyrsti kappingardystur í hondbólti síðani 12. mars leiktur, tá ið Kyndilskvinnur og U16-landsliðið við gentum bjóðaðu hvørjum øðrum av í Høllini á Hálsi.

Kyndilskvinnur vóru sterkt mannaðar við FM-vinnarum og landsliðsleikarum sum Marionnu Geirsdóttir Eystberg, Onnu Brimnes og Bjartu Johansen, umframt meginpartin av hópinum, sum lá fremst í SMS-deildini tá kappingarárið brátt endaði.

Kyndil hevði eisini munin - men mátti stríðast ímóti U16-kvinnunum.

Unga landsliðið spældi skjótt og væl, og áskoðararnir, ið vóru væl mannaðir, sóu væl gjøgnumspæld álop við høgari ferð, hugaríkar fríspælingar og hørð neyv skot - frá báðum liðum, ið eisini svaraðu aftur við sterkum verjum og góðum bjargingum.

Kyndil tók eina leiðslu, ið staðfesti seg við einum fimm málum á muni, og tann munurin helt sær til einir tíggju minuttir vóru eftir at leika. U16-genturnar fóru at brenna í so nógv, og Kyndil revsaði hesum við at økja um munin til endaliga úrslitið 25-17.

Leygardagin fer summarkappingin av álvara í gongd við seks dystum, har millum annað U18-landsliðið við kvinnum bjóðar VB av í Vági.

Liðini vóru soleiðis mannað: (Skotin mál í klombru)

Kyndil:

Alda av Skarði

Tomma Petersen

Beinta Bárðardóttir

Bára Krossteig (4)

Anja Eliasen (2)

Bjarta Johansen (7)

Natasja Hammer (2)

Anna Brimnes (6)

Sólja Poulsen

Bjørt Krossteig

Stefanie Laursen (1)

Marianna Eystberg (2)

Ásleyg Súnadóttir (1)

Súna Krossteig

Føroyar U16

Silja A. Müller

Birna Eyðunardóttir

Inga Maria Joensen (1)

Sára Sigrunardóttir (2)

Inga Maria Roysdóttir

Bjørk F. Joensen (3)

Karina Debes Heinesen

Ann Elisabeth H. Weyhe (3)

Simona M. Kass

Silja O. Heðinsdóttir (3)

Anna Sigrunardóttir

Maria Pálsdóttir Nólsoy (4)

Karin Egholm (1)

Kyndil og føroyska U16-landsliðið við gentum góvu áskoðarunum ein fínan hondbóltsdyst