Royndi málrevurin hjá Víkingi fegnast um fyrsta málið (FM1)

(FM1) Finnur Justinussen fegnast um, at hann og liðfelagarnir fingu gongd á málskjótingina í dag

Her sæst Finnur Justinussen í dystinum móti AB á Argjum í 1. umfari av Betrideildini

Her sæst Finnur Justinussen í dystinum móti AB á Argjum í 1. umfari av Betrideildini

##med2##

Víkingur vann 5-2 á Skála í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. Á pappírinum sær tað út sum ein stórsigur, men Skála var væl við í dystinum. 

Skála legði seg á odda tíðliga í dystinum, og tað var um reppið, at teir appilsinlittu høvdu eina leiðslu við sær til steðgin. Undan steðginum var tað dystaravgerandi, at Víkingur javnaði. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum harvið skoraði fyrsta málið, síðani hann fyri stuttum flutti úr Danmark og aftur til Víking.

Víkingur kom á odda 3-1, men Skála stríddi seg innaftur í dystin, og minkaði um munin til 3-2. Móti dystarenda fekk Víkingur sett tingini uppá pláss við tveimum málum. 

Víkingur – Skála 5-2 (1-1)

0-1: Andreas E. Jacobsen 9.

1-1: Finnur Justinussen 45.

2-1: sjálvmál 48.

3-1: Sølvi Vatnhamar br 64.

3-2: Jan Ingason Hansen 68.

4-2: Lukasz Cieslewicz 83.

5-2: Gunnar Vatnhamar 89.

-Vit høvdu nógvar málmøguleikar, og tað hevði stóran týdning, at vit skoraðu. Tað vóru fýra ymiskur málskjúttar, og tað boðar frá álopsdygdum, heldur Finnur Justinussen.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Finnur Justinussen aftaná dystin.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen. 

 

 

Her sæst Finnur Justinussen í dystinum móti AB á Argjum í 1. umfari av Betrideildini

(Samrøða: Finnur Justinussen, Víkingur)