Royndir leikarar og venjarar sleppa at reypa sær í hondbóltstímanum í dag

Evnini í hondbóltstímanum í Sportboxini á FM1 í dag eru kvinnulandsliðið, Evropa Cup og landskappingarnar. Ingi Olsen og Andreas F. Hansen eru serfrøðingar á FM1 klokkan 15.00

Í hondbóltstímanum á FM1 eftir tíðindini klokkan 15.00 verður prátað við tveir royndar menn í føroyskum hondbólti. Ingi Olsen, núverandi grønlendskur landsliðsvenjari, ið hevur havt okkurt at gera við so at siga allan hondbólt í Føroyum verður serfrøðingur í hondbóltspanelinum saman við Andreasi F. Hansen, núverandi KÍF-venjara og fyrrverandi kvinnulandsliðsvenjara.

Teir báðir fara at venda avrikunum hjá kvinnulandsliðnum ímóti Póllandi og Rumenia í farnu viku.

Eisini verður hugt fram ímóti dystunum næsta vikuskiftið í Challenge Cup, har slovenska felagið, RK Maribor kemur til Føroya at spæla tveir dystir ímóti monnunum hjá H71.

Ingi Olsen og Andreas F. Hansen hava royndir at spæla evropiskar hondbóltskappingar og koma at práta um minniligastu dystirnar.

At enda verða SMS- og Okkaradeildirnar viðgjørdar sum vanligt, har panelið roynir seg við at tippa dystirnar í komandi umfari.

Hetta verður at hoyra í hondbóltstímanum í Sportboxini á FM1 í dag klokkan 15.00