Royndur íslendskur dómari dømir B36-New Saints

Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur dømt í bestu íslendsku fótbóltsdeildini síðani 2009

36 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi dømir dystin millum B36 og TNS New Saints

36 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi dømir dystin millum B36 og TNS New Saints

36 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi skal døma dystin í øðrum undankappingarumfari í Europa League millum B36 og TNS New Saints úr Wales.

Dysturin verður leiktur á Tórsvølli mikukvøldið klokkan 19.

FM1 sigur sjálvandi frá dystinum. 

Til ber at hoyra FM1  HER

Vilhjálmur Alvar Þórarinsson er ein royndur dómari, ið hevur dømt dystir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini síðani 2009.

Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur higartil dømt 37 altjóða dystir. 

Dysturin millum B36 og TNS New Saints verður 12. dysturin Vilhjálmur Alvar Þórarinsson dømir í Europa League høpi.

B36 Tórshavn (FRO) - The New Saints FC (WAL)
Høvuðsdómari: Vilhjálmur Alvar Þórarinsson (ISL)
Hjálpardómari 1: Gylfi Már Sigurðsson (ISL)
Hjálpardómari 2: Birkir Sigurðarson (ISL)
4. dómari: Helgi Mikael Jónasson (ISL)
UEFA Dómaraeygleiðari: Uno Tutk (EST)

UEFA Umboðsmaður: Bert Andersson (SWE)

 

 

 

36 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi dømir dystin millum B36 og TNS New Saints