Amerikanska golfsambandið fyri fulltíðar golfspælarar, PGA, tekur nú avleiðingarnar av ófriðinum av fráfarandi forsetanum, Donald Trump, og flytur eina av sínum stóru kappingum burtur frá einum av hansara vøllum.
PGA-meistaraheitið verður vanliga spælt á Trump National Golf Club Bedminster í New Jersey, men soleiðis verður ikki framyvir.
- Nevndin í PGA hevur í dag atkvøtt fyri at strika avtaluna um at spæla PGA-meistaraheitið 2022 á Trump Bedminster, sigur Jim Richerson, PGA-forseti, í einum sjónbandi á heimasíðuni hjá PGA.
- Tað er vorðið okkum greitt, at eitt PGA-meistaraheiti á Trump Bedminster hevði skatt umdømið hjá PGA og gjørt tað trupult hjá PGA at halda seg til stevnuskránna, grundgevur Jim Richerson millum annað í sama sjónbandi.
Golfweek skrivar, at PGA í tvey ár hevur umhugsað at flyta kappingina burtur frá Trump Bedminster, og at ófriðurin mikudagin, har uppreistrarfólk tóku seg inn í kongressina, var dropin.
Fólkini handan Trump Bedminster-golfvøllin eru ikki samd við avgerðini, og tey seta spurnartekin við um PGA hevur loyvi til at strika avtaluna.
- Vit hava havt eitt vakurt samstarv við amerikanska PGA, og vit eru eru sera hørm um avgerð teirra, sigur ein talsmaður fyri golfvøllin sambært Golfweek.
Áður hevur kvinnuliga PGA-meistaraheitið eisini verið spælt á Trump Bedminster, men varð flutt burtur haðani í 2018 eftir at Donald Trump sambært fyriskiparunum skuldi havt brúkt niðrandi orð um kvinnur í sínum valstríði.
Donald Trump er íðin golfspælari og eigur 17 golfvøllir í USA, Dubai, Skottlandi og Írlandi.