Saarema var ov sterkt í kurvabólti

Favorittarnir úr Saarema vóru á ov høgum støði og Føroyar máttu lúta 84-37

Føroysku kurvabóltsleikararnir vóru fyri sera sterkari mótstøðu í dag

Føroysku kurvabóltsleikararnir vóru fyri sera sterkari mótstøðu í dag

Ein hin truplasti dysturin yvirhøvur hjá føroyska kurvabóltslandsliðnum var leiktur fyri løtu seinni, og tað gekk sum tey uttanveltaðu høvdu væntað.

Saarema við royndum og eisini onkrum sáttmálabundnum leikarum mundu fáa bóltin í kurvina tvífalt so ofta sum Føroyar.

Hóast flottan stríðsvilja máttu føroysku kurvabóltsdreingirnir tí tapa 84-37 ímóti Saarema, ið er millum heilt stóru favorittarnar í kappingini.

Føroysku kurvabóltsleikararnir vóru fyri sera sterkari mótstøðu í dag