Sadio Mané skaddur

Jurgen Klopp hevur nú avdúkað hvussu leingi hann væntar at Mané er skaddur

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skaddur

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skaddur

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur í dag avdúkað at Sadio Mané væntandi skal sita uttanfyri komandi tveir dystirnar í Premier League. Liverpool spælir millum annað mikukvøldið útsetta dystin móti West Ham.

Sadio Mané føldi eitt prik í lærinum í 2-1 sigrinum á Wolverhampton, og lat seg útskifta. Skjóti vongurin úr Senegal er ein týðandi spælari hjá Liverpool, sum í løtuni hevur kós móti fyrsta meistaraheitinum í 30 ár.

##med2##

- Sadio verður ikki við móti West Ham, og væntandi heldur ikki móti Southampton. Eftir tað skuldi hann verið tøkur. Hann hevur eitt lítið slit í vøddanum, men vit vóru hepnir at tað ikki var meiri álvarsligt, sigur Jurgen Klopp.

Venjarin hjá Liverpool er fyri nógvum ákoyringum í løtuni, tí hann hevur boðað frá, at hvørki hann ella besta liðið møta til umdystin í FA Cup móti Shrewsbury.

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skaddur

Mynd: (Scanpix) Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool