Sadio og Son í toppform

Premier League: Liverpool vann aftur, meðan Heung-Min Son skoraði fýra ferðir fyri Tottenham

Aftur í gjár komu nógv mál í 2. umfari í Premier League. Fyrradagin var málrok og tað helt fram í dag, tá tað komu 18 mál í fýra dystum. Leicester er odda lið, meðan Liverpool vann torføran útidyst móti Chelsea.

Gjárdagurin byrjaði við fýra málum frá Heung-Min Son, eftir fýra uppleggum frá Harry Kane, tá Tottenham vann 5-2 á útivølli móti Southampton. Síðani vann Brighton flottan 3-0 sigur á útivølli móti Newcastle.

Á Stamford Bridge vann Liverpool 2-0 á Chelsea, sum fekk danska miðverjan, Andreas Christensen, útvístan beint fyru hálvleik. Síðani skoraði Sadio Mané tvær ferðir. Chelsea fekk eitt brotsspark, men Alisson Becker bjargaði. Eisini kom nýggi miðvallarin, Thiago, á vøllin fyri Liverpool, sum hevur fult stigatal.

Tað hevur Leicester City eisini, eftir at meistaraliðið frá 2016 vann 4-2 á Burnley, sum merkir at Leicester í løtuni er oddalið í Premier League við betri málúrtøku enn Everton, Arsenal og Crystal Palace.

1Leicester22007:26
2Everton22006:26
3Arsenal22005:16
4Liverpool22006:36
5Crystal Palace22004:16
6Tottenham21015:33
7Wolves11002:03
8Brighton21014:33
9Leeds21017:73
10Chelsea21013:33
11Newcastle21012:33
12Aston Villa00000:00
13Man City00000:00
14Burnley10012:40
15Man Utd10011:30
16Sheffield Utd10010:20
17West Ham20021:40
18Fulham20023:70
19Southampton20022:60
20WBA20022:80