Sær líkheitir í fótbólti og politikki

Liðskiparin hjá EB/Streymi stillar upp til Løgtingsvalið.

Rógvi Egilstoft Nielsen, liðskipari hjá EB/Streymi, stillar upp fyri Fólkaflokkin til Løgtingsvalið 31. august. Hetta er fyrstuferð hann stillar upp.

- Eg havi altíð verið sera áhugaður í politikki. Tá møguleikin kom at stilla upp, helt eg, at tað var rætt at taka av, sigur Rógvi við Sosialin í dag.

Hann hevur drúgvar royndir sum bæði fótbóltsspælari og telvari, og hann heldur tað vera ávísar líkheitir ímillum ítrótt og politikk.

- Ja, tað haldi eg avgjørt. Bæði í fótbólti og politikki hava vit ymisk lið. Á einum liði eru nógvir einstaklingar, sum allir helst skulu ganga í takt fyri at fáa besta úrslitið. Tað er lættari sagt enn gjørt, sigur Rógvi.

Rógvi Egilstoft Nielsen er partur av "fimm skjótir" í Ítróttarsosialinum í dag, har hann eitt nú eisini svarar hvat hann ætlar at arbeiða fyri í politikki, hví hann metir EB/Streym vera endað í truplari støðu og hvat hann væntar sær av restini av kappingarárinum.