Samrøður frá FM1: Høgni Klein og Hjalti M. Jacobsen (Kyndil)

(FM1) Hoyr venjaran hjá Kyndli, Høgna Klein, og roynda spælaran hjá Kyndli, Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum finalutapið hjá Kyndli

Annað árið á rað má Hjalti Mohr Jacobsen taka til takkar við silvuri í Faxe Kondi steypakappingini

Annað árið á rað má Hjalti Mohr Jacobsen taka til takkar við silvuri í Faxe Kondi steypakappingini

##med2##

Annað árið á rað tapti Kyndil mansfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini. Meðan tað var uppá eitt mál í seinasta sekundi av dystinum í fjør, so var talan um eitt meira greitt 19-23 tap móti H71 í dag.

Aftaná dystin fekk Tróndur Arge, reportari hjá FM1 orðið á venjaran, Høgna Klein og roynda spælaran, Hjalta Mohr Jacobsen.

Høgni Klein staðfestir, at Kyndil megnaði ikki at seta seg avgerandi á dystinum í seinna hálvleiki. Hann kann tó fegnast um, at liðið svaraði aftur í fyrra hálvleiki, tá teir vendu 1-5 til 6-6. Tapið er súrt í dag, men tá nakrir dagar eru farnir kann liðið við tí smala hópinum hyggja aftur á eina góða steypakapping.

Hjalti Mohr Jacobsen sigur, at hann væntar eisini, at hann kann hyggja aftur á eina góða steypakapping tá nakrir dagar eru farnir. Tað er keðiligt at tapa eina steypafinalu, men Hjalti heldur, at tað var verri í fjør tá Neistin vann í allarseinasta sekundi.

Á ljóðfíluni omanfyri ber tll at hoyra samrøðurnar við Høgna Klein og Hjalta Mohr Jacobsen. 

##ms##

Annað árið á rað má Hjalti Mohr Jacobsen taka til takkar við silvuri í Faxe Kondi steypakappingini

(Samrøður: Høgni Klein og Hjalti Mohr Jacobsen)