Rás2 sigur frá VÍF-H71 í kvøld

Oddadysturin í FTZ deildini byrjar klokkan 20. Rás2 samsendir við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Tróndur Arge sigur frá oddadystinum millum VÍF og H71, sum byrjar klokkan 20 í kvøld

Tróndur Arge sigur frá oddadystinum millum VÍF og H71, sum byrjar klokkan 20 í kvøld

Í kvøld klokkan 20 verður oddadystur í FTZ deildini í Vestmanna. VÍF, sum liggur á øðrum plássi við 21 stigum tekur ímóti H71, sum liggur á fyrsta plássi við 25 stigum. Á triðja plássi liggur KÍF við 21 stigum.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 19.55. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Rás2 samsendir við STAÐIÐ FM 101, so vestmenningar fáa lurtað við eisini. Í sendingini verður eisini fylgt við hvussu tað gongur millum KÍF og Team Klaksvík í Kollafirði. Tann dysturin byrjar eisini klokkan 20.

 

Ljóðsamrøður og myndatilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.