Samrøður frá FM1 við fegnar venjarar og spælarar

(FM1) Hoyr báðar venjararnar og fleiri av føroysku spælarunum seta orð á lukkuliga endan á EM-undankappingini

(Mynd frá Jydske Vestkysten)

(Mynd frá Jydske Vestkysten)

##med2##

Føroyar eru klárar til EM-undankappingina til EM-endaspælið í 2022, og tað er stóri sigurin vit kunnu fegnast, um enn Føroyar taptu 24-31 (13-17) móti Danmark í Gigantium marghøllini í Ålborg í kvøld. Belgia, Finnland og Estland endaðu sum ringastu fýrararnir og mugu spæla undanundankapping.

Aftaná dystin fekk Sjúrður H. Hoydal orðið á fegnar og lættar venjarar og spælarar.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við:


1) Nicklas Selvig
2) Rói Berg Hansen
3) Jónas G. Djurhuus
4) Helgi H. Hoydal
5) Jeppe Borch, hjálparvenjari
6) Kjartan Johansen
7) Sonni Larsen, venjari
 8) Tróndur Kragesteen

HER ber til at hoyra samrøður við Eirikur J. Simonsen, Jóhan á Plógv Hansen, Brandur Halgirsson, Kevin Møller og Steffan Schmidt.

Í Montenegro vann Montenegro 27-21 (15-7) á Ukraina. Montenegro og Ukraina skulu saman við Danmark kappast í EM-endaspælinum í januar 2020. Kappingin verður í Noregi, Svøríki og í Eysturríki. 

 

Nr
1 Danmark6 dystir501197153+4410 stig
2 Montenegro6312157163−67
3 Ukraina6303161159+26
4 FØROYAR6015131171−401

(Mynd frá Jydske Vestkysten)

(Samrøður við spælarar og venjarar aftaná dystin móti Danmark)