Samuel venur við donskum Superligafelagi

Samuel J. Chukwudi venur í hesum døgum við spennandi donskum felagi, ið ger stór framstig

17 ára gamli Samuel J. Chukwudi, sum hevur fingið sítt gjøgnumbrot í miðverjuni hjá HB og U21-landsliðnum, venur í hesum døgum við Vejle BK. Her skal hann venja komandi vikuna, áðrenn leiðin gongur til toppfelagið í 1.deild, Viborg. Bæði felgini eru í rívandi menning.

- Hann fór í gjár til Vejle BK, sum hevur víst honum áhuga og fylgt honum í eina tíð. Vit hava síðani samskift um nær tað liggur best fyri hjá honum at fara til venjing. Hann verður har í eina viku, og Vejle hevur tikið hann niður sum ein 1. liðsspælara, sigur Jens Berthel Askou, venjari hjá HB.

Vejle er í menning

Tað eru størri feløg í Danmark enn Vejle BK, sum hevur føroyska landsliðsspælaran Viljorm Davidsen í hópinum. Tó metir venjarin hjá HB, at júst Vejle BK er eitt spennandi felag hjá Samuel J. Chukwudi.

- Vejle BK hevur flutt seg nógv seinastu kappingarárini. Tað var eitt dansk felag við einum lokalum umhvørvi, men nú hevur tað eitt altjóða snitt yvir sær við útlendskum eigarum, ein altjóða dám yvir hópinum og við einum toymið, sum vil menna spælarar, sigur Jens Berthel Askou, sum eisini hevur spælt í Vejle sjálvur.

##med2##

Venjarin hjá HB leggur afturat, at Vejle BK er góðir til at finna góðarar spælarar og fylgja væl við í øllum krókum av heiminum. Tí hava teir millum annað eisini fingið eygu fyri føroyska miðverjanum. Hartil hevur felagið eisini víst, at tað kann menna spælarar

- Eitt dømi er Rasmus Lauritsen, sum kom til Vejle og síðani til svenska IFK Norrköping, har hann bleiv ein av bestu verjuspælarunum í deildini. Í dag spælir hann við kroatiska Dinamo Zagreb og spælir í Europa League, sigur Jens Berthel Askou, ið væntar fleiri slík dømi komandi tíðina.

Til Viborg aftaná

Um eina viku fer Samuel J. Chukwudi til Viborg at venja. Viborg liggur í oddinum í næstbestu deildini, men er eins og Vejle BK í menning. Meðan Velje BK er meiri altjóða kent, so hevur Viborg ein ungan venjara, ein ungan ítróttarstjóra og royna at seta ein nýmótans dám á felagið, har ungir spælarar spæla ein stóran leiklut.

- Hetta er aftur ein góður møguleiki at vísa seg fram, og fáa ein góða uppliving. Tað er aftur eitt spennandi felag, sum er væl fyri til at menna ungar spælarar. Tað er gott hjá Samuel at sleppa at royna seg í einum fulltíðarfelagi, so hann veit hvat tað krevur, samstundis sum feløgini sleppa at hyggja nærri at honum í egnum umhvørvi, nú korona ger at tað er torført at síggja spælarar, sigur Jens Berthel Askou.

HB vil menna spælarar til víðari sølu

HB hevur sett sær sum mál, at menna spælarar, sum skulu seljast víðari. Samuel J. Chukwudi hevur sáttmála til ársenda í 2023. Venjarin hjá HB væntar, at miðverjin spælir í felagnum komandi kappingarár, men so er óvist fyri rest.

##med3##

- Tá hann hevur verið í Danmark kemur hann heim, har hann líka skal fáa hetta hendingarríka kappingarárið afturum. So hyggja vit nærri at hvat er best fyri hann, men eg vænti ikki at hann spælir í HB sáttmálan út, sigur Jens Berthel Askou.

Hann leggur afturat, at tað er týdningarmikið fyri ein spælara í støðuni hjá Samuel J. Chukwudi, at hann fær afturmeldingar upp á sítt spæl. Tí er tað gott at hann sleppur at royna seg aðrastaðni.

- Vit hava ein vón um, at menna okkara spælarar. Tað er positivt fyri felagið, at tað er altjóða áhugi fyri honum. Fleiri spælarar hava tikið góð fet og vónandi kann tað eisini geva nakað til føroyskan fótbólt og føroyska landsliðið í framtíðini, sum vit síggja við øðrum spælarum í løtuni, sigur venjarin hjá HB at enda.

HB spælir í annaðkvøld klokkan 19 móti 07 Vestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.