Sandoyingar eru á uppflytingarplássi

1. DEILD: Í dag eydnaðist tað B71 at vinna stig ímóti toppliðnum í Leirvík

Valdemar Schousbose, sum her sæst saman við B71 formanninum, skoraði í dag fyri fyrstu ferð sum B71 spælari

Valdemar Schousbose, sum her sæst saman við B71 formanninum, skoraði í dag fyri fyrstu ferð sum B71 spælari

Viðhvørt verður í skemti tosað um, at lið eru um at koma sær í uppflytingarvanda. Tá verður sipað til, at eitt lið ikki er búgvið at taka við størri avbjóðingum enn teimum, sum liðið nú hevur.

Í B71 hevur dagsskráin undanfarnu árini verið at sleppa undan at flyta niður úr næstbestu deildini. B71 er eisini í ár nærri botninum enn toppinum. Sandoyingar hava tó ongantíð fjalt, at dreymurin og ætlanin hjá teimum er aftur at sleppa upp í part í fremstu røð, og tað er avgjørt møguleiki fyri, at tað fer at eydnast.

Í dag spældi B71 á útivølli uppi á Brekku í Leirvík ímóti toppliðnum Víkingi. Úrslitið var 2-2. Tá ið tað var hálvleikt var B71 frammanfyri 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Aron Clementsen fýra minuttir undan steðginum.

Eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Víkingur javnaði til 1-1. Rani Hansen skoraði, og Óla Kristian Skála Jacobsen átti uppleggið.

Liðformaðurin hjá Víkingi, Óla Kristian Skála Jacobsen, umsetti brotsspark til 2-1 heimaleiðslu í 67. minutti, og tíggju minuttir undan leikloki javnaði Valdemar Schousbose til 2-2. Hetta var fyrsta málið hjá 22 ára gamla danska spælaranum, síðani hann í síðstu viku fyrstu ferð royndi seg í B71. Tað var í 2-2 dystinum á heimavølli ímóti FC Hoyvík, tá ið hann var hálvan tíma á vøllinum. Í dag var Valdemar Schousbose á vøllinum alla tíðina.

Á liðnum hjá Víkingi vóru tveir, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum – Bergur Gregersen, sum spældi fyrra hálvleik og Ingi Jonhardsson, sum var á vøllinum alla tíðina.

B71 er á fimta plássi við 19 stigum. Um eina viku verður B71 partur av lyklauppgerð á Svangaskarði ímóti B68.

Valdemar Schousbose, sum her sæst saman við B71 formanninum, skoraði í dag fyri fyrstu ferð sum B71 spælari