Sannførandi sigur á runda degnum

Hóast tølini siga, at sigurin var tepur, so hevur føroyska landsliðið ongantíð verið so greitt leikliga omaná, sum tað var í Andorra ídag

Klæmint A. Olsen skoraði sigursmálið, tá ið Føroyar í dag og í oysandi regni vunnu 1-0 á útivølli ímóti Andorra. Hetta er annar føroyski sigurin í tríggjar dagar, og hann ber við sær, at Føroyar hava fulla úrtøku og við seks stigum eru topplið í Nations League kappingini.

Næsti dysturin verður leygardagin 10. oktober á heimavølli ímóti Lettlandi og so 13. oktober - eisini á heimavølli - ímóti Andorra. Tá fæst at síggja, um tað fer at eydnast Føroyum at vinna Nations League bólkin.

Sigurin í dag er merkisverdur.

Hetta var altjóða landsdystur nummar 200, síðani Føroyar 24. august 1988  spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin.

Og hetta er fyrsti sigur hjá Føroyum á útivølli í fýra ár. 7. oktober í 2016 vunnu Føroyar HM undankappingardyst í Lettlandi 2-0. Ta ferðina vóru málskjúttarnir Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundson.

Føroyar hava í 200 altjóða skrásettum landsdystum vunnið 29 ferðir, og sigurin í dag var nummseks á útivølli.

Inntil tað bara restaði ein heilt lítil løta var bólturin nógv størsta partin av tíðini á føroyskum fótum. Síðstu fimm minuttirnar royndu heimamenninir at leypa á við nógvum fólki, men teimum restaði stórt hugflog, og talan var ongantíð um vandamikla støðu í føroyska brotsteiginum.

Føroyska liðið spældi mest sum alla tíðina við sera stórum sjálvsáliti, og í longum løtum spældu føroyingarnir bóltin tolið millum sín.

Tølini siga, at Føroyar høvdu bóltin 65 prosent av tíðini, og føroyingarnir høvdu 539 sendingar, meðan Andorra hevði 198 sendingar.

Tríggjar minuttir undan leikloki varð KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen skiftur inn fyri málskjúttan Klæmint A. Olsen. Hetta er fyrsta ferðin, at Jákup er á besta landsliðnum. Hann er landsliðsspælari nummar 168 í 30 ár og í 200 altjóða skrásettum landsdystum.

 

Andorra – Føroyar 0-1 (0-1)

0-1: Klæmint A. Olsen 31.

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Meinhard E. Olsen, 72.), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen – Klæmint A. Olsen (Jákup B. Andreasen, 87.), Patrik Johannesen (Andreas Lava Olsen, 58.)

Ábeinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, Kristian Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Dan í Soylu, Heðin Hansen, Heri H. Mohr

Gult kort: Heini Vatnsdal, Hallur Hansson

Venjari: Håkan Ericson