Sebastian Larsson: Vit hava virðing fyri Føroyum

Sviin spældi saman Inga Højsted í Arsenal og hevur ikki gloymt Føroyar

Mynd: (Petur Asbjørn Lervig) Sebastian Larsson í samrøðu við FM1 og Portal.fo

Mynd: (Petur Asbjørn Lervig) Sebastian Larsson í samrøðu við FM1 og Portal.fo

##med2##

Um 34 ára gamli Sebastian Larsson byrjar inni í kvøld á Tórsvølli, so er tað fyri 114. ferð at hann umboðar Svøríki. Blíði og fryntligi miðvallarin er ein “føroyavinur”. Hann spældi sum ungur saman við Inga Højsted í Arsenal.

- Eg kann ikki siga, at eg havi spurt Inga Højsted um upplýsningar um føroyska liðið. Vit vita tað, sum vit skulu um Føroyar. Tað verður ein torførur dystur og tað hava vit sæði í dystinum móti Norra. Teir vinna 2-0, men Føroyar skapar møguleikar bæði við støðuni 0-0 og 1-0. Vit hava virðing fyri føroyska liðnum og vita, at vit skulu spæla væl og arbeiða hart fyri at vinna, sigur Sebastian Larsson við FM1 og Portal.fo eftir tíðindafundin í gjár.

 ##med3##

Sebastian Larsson var eisini millum svensku spælararnar, tá Svøríki í 2012 vann 2-1 á Tórsvølli, eftir at Rógvi Baldvinsson hevði lagt Føroyar á odda 1-0.

- Eg minnist tað sum ein harðan dyst, har vit komu afturum. Vit eru aftanfyri til eina ferð í seinna hálvleiki, og fáa ikki 2-1 málið fyrr enn heilt seint í dystinum. Tað var ein lætti aftaná dystin, tí vit fingu øll trý stigini, men tað var nær við at vit ikki fingu tað vit vildu hava, sigur Sebastian Larsson.

 ##med4##

Í innanhýsis uppgerðunum millum londini bæði í 2012 og 2013 er afturgangandi, at Zlatan Ibrahimovic átti ein fót í øllum fýra málunum. Hann skoraði trý og legði upp til eitt. Vit hava framvegis Rógva Baldvinsson við, so kanska tað er upplagt at vit vinna 1-0?

- Nei, nú verður tað bara onkur annar sum skorar, sigur Sebastian Larsson við einum brosi.

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik í samband við dystin í morgin, sum byrjar klokkan 19.45. Longu frá klokkan 10 verður landsliðsdámur á FM1. Fótbóltspanelið verður frá 15 til 17 og upptakt verður av Tórsvølli frá klokkan 18.

Mynd: (Petur Asbjørn Lervig) Sebastian Larsson í samrøðu við FM1 og Portal.fo

Samrøða við Sebastian Larsson

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Baldvinsson skorar móti Svøríki í 2012

Mynd: (ÍtróttarSosialurin 15. oktober 2012)