Blóð og tvær pentur

Mynd:(Álvur Haraldsen) Tór-Ingar liggur á vøllinum og bløðir

Mynd:(Álvur Haraldsen) Tór-Ingar liggur á vøllinum og bløðir

Tað var úrslitið av samanbrestinum millum Tór-Ingar Akselsen,liðskipara hjá 07 Vestur, og miðvallaranum hjá AB, Sorin Anghel í dystinum á Argjum í gjár. AB vann 2-0.

 

-       Eg havi tað gott, sigur Tór-Ingar, sum í gjár bleiv seymaður og fekk tvær pentur.

 

Liðskiparin var allatíð við vit og kundi eisini halda fram í dystinum.

 

-       Eg síggi, at Sorin Anghel er um at blíva leysur og fari so upp við honum at skalla. Eg minnist bara at vit bresta saman, men eg áni ikki hvør av okkum fekk bóltin, sigur Tór-Ingar.

 

Hóast hann seint í gjár var á sjúkrahúsinum og bleiv seymaður, so var hugagóður farin til arbeiðis í dag, tá in.fo fekk fatur á miðvallaranum.

 

Tór-Ingar lovar eisini stríðast fyri hvørjum bólti, so leingi 07 Vestur framvegis hevur ein møguleika at yvirliva. 07 Vestur hevur átta stig upp til KÍ á áttinda plássi.

 

- Tað er bara ein dystur síðani vit vunnu seinast. Tað eru nógvir dystir síðani KÍ vann seinast. Vit trúgva upp á tað so leingu tað ber til, staðfestur Tór-Ingar Akselsen.