Seinasti venjarin komin upp á pláss

Jákup Martin Joensen heldur fram sum venjari hjá EB/Streymi

Mynd: (EB/Streymur) Jákup Martin Joensen og Fróði R. Petersen

Mynd: (EB/Streymur) Jákup Martin Joensen og Fróði R. Petersen

EB/Streymur boðar í dag frá, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum venjari í felagnum. Hann tók við á fyrsta sinni undan hesum kappingarárinum, men tað hevur verið ivasamt um hann fór at halda fram.

Tað hevur verið nakað av frágongd, meðan fleiri spælarar ikki hava gjørt sáttmála enn. Millum annað er liðskiparin, Rógvi E. Nielsen, farin til NSÍ.

- Í stuttari viðmerking sigur formaðurin Fróði R. Petersen, at felagið var væl nøgt við tað arbeiði Jákup Martin gjørdi í farna kappingarári, og vit gleða okkum at síggja framhaldið av hesum komandi ár. Liðið verður aftur í ár mest mannað við lokalum leikarum, men onkur styrkur kann tó væntast, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Jákup Martin Joensen er 43 ára gamal og uppvaksin á Eiði. Sum spælari hevur hann spælt 207 dystir og skora 30 mál fyri EB/Streym í gjøgnum 14 ár. Nú hava øll tíggju felgini í Betri deildini hjá monnum sett venjara til komandi kappingarár.

Mynd: (EB/Streymur) Jákup Martin Joensen og Fróði R. Petersen