Seinni landsdysturin er eisini útsettur

Hondbóltslandsliðið hjá monnum skal heldur ikki spæla dystin í Kekkia, eftir koronuútbrot í kekkiska hópinum

Eftir ætlan skuldu Føroyar og Kekkia spæla seinna EM-undankappingardystin sínamillum komandi  leygardag í Pilzen í Kekkia. Hesin dysturin er nú eisini útsettur, skrivar hsf.fo.

Kappingarleiðslan í EHF, evropesiska Fótbóltssambandinum, boðaði seinnapartin í dag frá, at dysturin eisini verður útsettur, eftir at tað var greitt, at átta persónar í ferðalagnum hjá Kekkia, sum var í Føroyum, vóru smittaðir við koronu.

Kappingarleiðslan hevur gjørt eina meting av støðuni og metir, at vandin fyri at spjaða smittu enn meira er ov stórur. Føroyska liðið skuldi eftir ætlan avstað til Kekkia í morgin árini, men verður hetta nú av ongum. Enn er ikki greitt, nær dystirnir verða spældir, skrivar Hondbóltssambandið.