Seks føroysk mál í sigri hjá Fram á Selfossi

Fram vann seg upp á sjeynda plássi við sigri á Selfossi

Føroyingarnir í Fram, Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen gjørdu sítt tá lið teirra, Fram vann 27-25 á Selfossi

Føroyingarnir í Fram, Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen gjørdu sítt tá lið teirra, Fram vann 27-25 á Selfossi

Vilhelm Poulsen skoraði fýra mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál tá lið teirra, Fram hevði vitjan av Selfossi á heimavølli í Reykjavík. Trý av málunum hjá Vilhelmi vóru uppá brotskøst.

Fram vann 27-25. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Dysturin var javnur frá dystarbyrjan, men móti dystarenda megnaði Fram at knógva sigurin heim. 

Sigurin hálaði Fram uppá sjeynda plássi, har teir hava níggju stig. Sera javnt er í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og eru bara fýra stig upp til oddaliðið, Afturelding sum hevur 13 stig á fyrsta plássi.

Komandi hóskvøld er Grótta á útivølli næsti dysturin hjá Fram.

Hitt føroyingaliðið, KA spælir í morgin móti ÍBV úti á Heimaey. 

Støðan:

 

Lið:dystirmálmunur
1. Afturelding9226:22213 stig
2. Haukar7204:17012
3. Selfoss8216:19311
4. FH8231:20611
5. Valur8234:21810
6. ÍBV7203:1919
7. Fram9217:2219 stig
8. Stjarnan8209:2177
9. KA7183:1677 stig
10. Grótta9214:2225
11. Þór Akureyri9204:2384
12. ÍR9201:2770

 

 

 

Føroyingarnir í Fram, Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen gjørdu sítt tá lið teirra, Fram vann 27-25 á Selfossi