Seks føroyskar gullkrónur í Danmark

Teir tíggju føroyingarnir stóðu seg væl í DM í inniróðri

mynd: RSF

mynd: RSF

Tíggju føroyskir rógvarar hava seinastu dagarnar luttikið í DM í inniróðri. Úrslitini tala fyri seg, og tað kann ikki sigast annað, enn at tað vignaðist væl hjá føroyingunum.

Seks gullkrónur, fýra silvurkrónur og tvær bronsukrónur.

DM var í Gladsaxe.

Gullkrónurnar vunnu Nóa Rúnasson (2), Bára Wang Olsen, Bergur Robert Dam Jensen (2) og Sarita Kristina Hansen.

##med2## 

mynd: RSF