Seks føroyskir íðkarar til OL fyri ung

Í døgunum 21.-27. juli verður europeiska OL fyri ung í Baku, Aserbadjan. Á fyrsta sinni luttaka íðkarar úr Føroyum. Føroysku íðkararnir luttaka í tveimum ítróttagreinum – svimjing og judo.

Talan er um stórt frambrot fyri føroyskan ítrótt, og gevur luttøkan føroyskum íðkarum enn ein møguleika, at kappast á altjóða leikvøllum, skrivar ÍSF. Íðkararnir eru teir fyrstu føroysku íðkararnir, sum luttaka til eina kapping í OL høpi undir føroyskum flaggi. Sostatt eru luttakandi íðkararnir við til, at skriva ein tíðandi part í føroyskari ítróttasøgu.

- Føroyska luttøkan í europiska OL fyri ung er eitt av úrslitinum í strembanini hjá ÍSF, at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini – IOC, sigur varaforsetin í ÍSF, Jon Hestoy.

Føroyska luttakararnir eru:

Judo:

-           Bjarni Kyrri Ólavson, Havnar Judofelag

Svimjing:

-           Elisabeth Erlendsdóttir, Havnar Svimjifelag

-           Kristina í Skála, Havnar Svimjifelag

-           Rebekka Trygvadóttir, Ægir

-           Ronja Ró í Dímun, Havnar Svimjifelag

-           Bartal Erlingsson Eidesgaard, Havnar Svimjifelag

Ferðleiðari á túrinum verður Finnbjørg Nattestad. Venjarar eru Petur Sigurð Johannesen, Judo og Panagiotis Christou, Svimjing,

European Youth Olympic Festival, sum europeiska OL fyri ung verður kallað, verður í Baku, Aserbadjan frá 21. til 27. juli. Í alt kappast 3.600 ungdómar úr 50 londum, í aldrinum 14-18 ár.