Semja um ómetaligu ringu umstøðurnar fyri at spæla hondbólt í Ukraina

Tá ið Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum var í Kiev í apríl, var greitt at umstøðurnar fyri at spæla hondbólt ikki vóru nóg góðar, nakað tað sama ljóðar tað úr donsku miðlunum í dag tá teir nú hava sæð umstøðurnar, ið teir skulu spæla á í kvøld.

Mynd av grótharða gólvinum

Mynd av grótharða gólvinum

Danska landsliðið spælir í kvøld EM undankappingardyst ímóti Ukraina í Kiev. Danska landsliði komu í gjár og fingu roynt spæligólvið í høllini. Hondbólts serfrøðingurin Daniel Svensson sigur soleiðis um líkindini á TV2

-Tað tykist sum um at høllin er bygd við betong gólvi, og á betongið hava teir lagt steinharðar plastikplátur ið eru umleið 5 cm tjúkkar, Hetta er sera vandamikið og slítir bæði knøð, øklar og kroppin sum heild.

Danski landsliðs venjarin Nikolaj Jacobsen skemtaði um umstøðurnar

-Eg veit ikki rættiliga hvat eg skal siga, ein stór góð høll, og gólvið hevur ein ótrúliga lekkran lit, tá ið man hyggur eftir tí fær man øgiliga góðan hug at spæla hondbólt, sigur hann við einum skálkaligum smíli.

Tá ið Føroyska liðið var í Ukraina í apríl ljóðaði tað nakað tað sama í Føroysku miðlinum 

Les meira um tað HER.

Mynd av grótharða gólvinum