Senda átta tímar við beinleiðis ítrótti skírisdag

Tróndur Arge, Óli G. Samuelsen og Sjúrður Hoydal siga frá tveimum fótbóltsdystum, tveimum flogbóltsfinalum og einari FM-finalu í manshondbólti

Tróndur Arge fer saman við Óla G. Samuelsen og Sjúrði H. Hoydal at siga frá beinleiðis ítrótti frá klokkan 13 til klokkan nærkast 21 skíriskvøld

Tróndur Arge fer saman við Óla G. Samuelsen og Sjúrði H. Hoydal at siga frá beinleiðis ítrótti frá klokkan 13 til klokkan nærkast 21 skíriskvøld

Skírisdagur verður ein risastórur ítróttardagur á FM1 við beinleiðis ítrótti í samfullar átta tímar. Byrjað verður við endursendingum klokkan 11. Sent verður beinleiðis frá klokkan 13.

 

SKRÁIN Á FM1 skírisdag:

Klokkan 11 til 13: SportBoxin frá mikudegnum verður endursend.

Klokkan 13 til 15+: Upptakt og beinleiðis frásøgn av fyrru FM-finaluni í kvinnuflogbólti millum SÍ og Fleyr í høllini á Hálsi í Havn. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum.

Klokkan 15 til 16.50: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá Betrideildardystinum millum B36 og KÍ í Gundadali í Havn. Fylgt verður við gongdini í dystunum millum Skála og EB/Streym á Skála, og dystinum millum TB og Víking við Stórá í Trongisvági.

Klokkan 16.50 til 18.15+ : Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá fyrru FM-finaluni í mansflogbólti millum Mjølnir og Fleyr í høllini á Hálsi í Havn.

Klokkan 18.15 til 20: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá Betrideildardystinum millum HB og AB í Gundadali í Havn.

Klokkan 19 til 20.45. Sjúrður H. Hoydal sigur frá triðju FM-finaluni í Okkaradeildini millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini.

 

 

Øll kunnu lurta eftir frásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður við flogbólts, fótbólts og hondbóltsspælarar og venjarar koma út á in.fo gjøgnum dagin. 

 

 

 

 

 

Tróndur Arge fer saman við Óla G. Samuelsen og Sjúrði H. Hoydal at siga frá beinleiðis ítrótti frá klokkan 13 til klokkan nærkast 21 skíriskvøld