Senna: Eitt meistaraverk um ein meistara

Hyggjaralistin hjá In.fo: Maðurin handan dokumentarin um Diego Maradona byrjaði við Ayrton Senna

Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.

*Síggj dokumentarin um Ayrton Senna á Netflix 

Hesa ferð er tað dokumentarurin um Formel 1 koyraran Ayrton Senna, sum er halgimenni í heimlandinum í Brasil. Søgan um Ayrton Senna er søgan ein brasilskan rasarakoyrara við reinum rasarablóði í æðrini, men tað er eisini ein sorgarleikur, tá hann sum bara 34 ára gamal í 1994 doyr, tá hann við fullari ferð rennir á. 

Tað er Asif Kapadia, sum er maðurin handan dokumentarin. Sami maður hevur síðani gjørt millum annað dokumentarin um Diego Maradona. Her var skotsmálið, at hann dugdi væl at lata myndirnar tosa, og at tá tosað verður við fólk, er tað bara røddin, sum kemur fram, meðan tú framhaldandi er fangaður av sjónbandamyndunum.

Soleiðis er eisini í “Senna”, sum er gjørdur í 2010. Tað er eisini Antonio Pinto, sum hevur gjørt ljóðmyndina til “Senna”, eins og til Diego Maradona. Eisini her dugur hann væl at draga hyggjaran inn í dramatisku løturnar, men kanska ljóðmyndin er eitt vet betri til Diego Maradona.

Ayrton Senna vinnur trý Formel 1 meistaraheiti. Í 1988, 1990 og 1991. Hann er øll árini í harðari kapping við franska strategin Alain Prost. Teir byrja sum vinmenn og liðfelagir, men enda sum argastu kappingarneytar. Tað er ein av kendastu tvídystunum í søguni hjá Formel 1.

##med2##

Hetta fyllir ein stóran part av dokumentarunum, sum hevur nógv sjónbandabrot, sum ikki vóru víst alment í 2010, tá dokumentarurin bleiv útgivin. Tú sleppur heilt tætt at Ayrton Senna og hansara stríði fyri tí, sum hann metti var rættvísi.

Hesin dokumentarurin er í stíl við dokumentarin um Diego Maradona. Tær nýtist ikki at verða so áhugaður í Formel 1, ella vita so nógv um Ayrton Senna, fyri at fáa nógv burturúr at hyggja. “Senna” liggur í løtuni á Netflix.

Hyggilistin hjá In.fo:

- Sunderland 'Til I Die (Netflix)

- The Last Dance við Michael Jordan 

- Frá Diego til Maradona (DR.dk)

- 9.79* Søgan um Ben Johnson og Seoul 1988 (DR.dk)

- Seinasti túrurin hjá Marco Pantani (DR.dk)

- Lance Armstrong: Frá byrjan til enda (DR.dk)

Mynd: Ayrton Senna og Alain Prost