Sensasjón: StÍF vann á H71 í SMS-deildini

Haruka Gima skoraði ikki færri enn 13 mál tá StÍF vann 26-25 á H71

StÍF megnaði ikki at steðga Neistanum, men í dag koppaði StÍF H71 á heimavølli

StÍF megnaði ikki at steðga Neistanum, men í dag koppaði StÍF H71 á heimavølli

Á vestara armi á Skálafjørðinum stórfegnast tey.

StÍF hevur í dag vunnið ein frágera góðan sigur á H71 á heimavølli í høllini á Skála.

StÍF vann 26-25 á H71. Í steðginum var StÍF á odda 16-15.

Japanska Haruka Gima gekk undan hjá StÍF, og hon skoraði ikki færri enn 13 mál.

Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal, ið sigur frá í Klaksvík í dag sigur, at talan er um eina sensasjón, og eitt sera flott úrslit hjá StÍF. 

StÍF-H71 26-25 (16-15)

StÍF: Haruka Gima 13, Karina B. Høgnesen 5, Yuika Kurimoto 4, Vár D. Poulsen 2, Mao Otani 1 og Emmy Kass 1.

H71: Marita Mortensen 9, Durita Toftum Joensen 6, Maria Halsdóttir Weyhe 5, Eva Barba Arge 2, Karin Simonsen 1, Sofie Søberg 1 og Elisabeth Holm 1. 

StÍF megnaði ikki at steðga Neistanum, men í dag koppaði StÍF H71 á heimavølli