Sera roynd pólsk mótstøða ímóti óvanliga ungum føroyskum landsliði

Tíggju føroyingar eru 20 ár ella yngri - Yngsti pólendingur er 23

Súna Krossteig Hansen hevur longu spælt fleiri A-landsdystir. Í summar spældi hon við U19-landsliðnum

Súna Krossteig Hansen hevur longu spælt fleiri A-landsdystir. Í summar spældi hon við U19-landsliðnum

Føroyska landsliðið fær ikki bert mótstøðu frá einari av fremstu hondbóltstjóðum í kvøld. Mótstøðuleikararnir eru royndar og væl eldri enn føroyingarnir.Elsti leikarin á pólska liðnum er Kinga Gzrib, ið er 37 ára gomul. Yngsti leiki hjá Póllandi eitur Patrycja Swierzewska, ið er 23 ára gomul. Miðalaldurin hjá Póllandi er á leið 27,6 ár.

Hjá føroyingum er elsti leikarin, Durita Christophersen Jojic, ið er blivin 34 ára gomul. Yngsti leikarin er Lív S. Poulsen, ið er 17 ár, átta mánaðir og 28 dagar.

Les eisini: Durita ivasom: Økslin argar

Fýra av leikarunum úr føroyska hópinum spældu eisini U19-kapping í Litava í summar. Tær eru Súna Krossteig Hansen, Marita Mortensen, Maria H. Weyhe og Lív S. Poulsen

Sí hóparnar og aldur hjá bæði føroyska og pólska liðnum niðanfyri myndina

##med2##

 

Føroyar

1 Annika Fríðheim Petersen 20 ár

2 Siw Matras Larsen 21 ár

3 Fríða á Dunga 19 ár

5 Súna Krossteig Hansen 19 ár

6 Marita Mortensen 18 ár

8 Kristianna Henneberg Joensen 22 ár

9 Halla Skylv Midjord 30 ár

10 Durita Jojic Christophersen 34 ár

11 Turið Arge Samuelsen 24 ár

12 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 20 ár

14 Durita Toftum Joensen 20 ár

17 Maria Halsdóttir Weyhe 18 ár

18 Pernille Brandenburg 22 ár

19 Marianna Geirsdóttir Eystberg 21 ár

23 Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 17 ár

24 Guðrið Bogadóttir á Borg 21 ár

Í miðal 21,6 ár

Venjari: Ágúst Jóhansson

 

##med3##

 

Pólland

7 Aneta Labuda 24 ár

8 Monika Kobylinska 24 ár

11 Kinga Grzyb 37 ár

12 Weronika Gawlik 32 ár

13 Sylwia Matuszczyk 27 ár

14 Karolina Kudlacz-Gloc 34 ár

15 Katarzyna Janiszewska 24 ár

16 Adrianna Placzek 25 ár

18 Aleksandra Zych 26 ár

20 Joanna Drabik 25 ár

23 Marta Gega 33 ár

49 Karolina Kochaniak 24 ár

66 Joanna Szarawega 25 ár

77 Patrycja Swierzewska 23 ár

89 Kinga Achruk 30 ár

90 Bogna Sobiech 29 ár

Í miðal 27,6 ár

Venjari: Arne Senstad

Súna Krossteig Hansen hevur longu spælt fleiri A-landsdystir. Í summar spældi hon við U19-landsliðnum

Lív S. Poulsen er von at spæla ímóti teimum eldru. Farna kappingarár spældi hon sínar fyrstu minuttir í fremstu donsku deildini og á myndini spælir hon fyri føroyska U19-landsliðið - hóast hon framvegis bert er 17 ára gomul

18 ára gamla Marita Mortensen kundi longu fingið sínar fyrstu landsdystir í desember í fjør, men skaði forðaði fyri hesum. Á myndini spælir hon fyri føroyska U19-landsliðið ímóti Norðurmakedónia í summar