Sergio Aguero gevst í Manchester City

Maðurin, sum hevur skorað eitt av minniligastu málunum í Premier League søguni, gevst í Manchester City

32 ára gamli Sergio Aguero hevur boðað frá, at hann gevst í Manchester City eftir hesum kappingarárinum. Hann er ímyndin av nýggja Manchester City og felagið hevur boðað frá, at hann, saman við Vincent Komapany og David Silva, fær eina standmynd uttanfyri leikvøllin.

Hann kom til Manchester City á sumri í 2011 frá Atletico Madrid. Í 2012 skoraði hann eitt av minniligastu málunum í søguni í Premier League, tá hann tríggjar minuttir inni í yvirtíðini á seinasta leikdegi, tryggjaði Manchester City sítt fyrsta meistaraheitið í Premier League tíðini. Tað gjørdi tað ikki verri fyri tey í Manchester City, at tey tóku meistaraheitið frá Manchester United.

Hann hevur hesi tíggju árini vunnið Premier League fýra ferðir, sum helst verður fimm ferðir, tá hetta kappingarárið er komið at enda. Hann hevur eisini vunni fleiri Liga Cup og FA Cup steyp, og tey kunnu enn blíva fleiri í tali. Stóra vónin er, at hann í ár hann tryggja Manchester City Champions League steypið.

Enn er ógreitt hvar hann fer at spæla eftir hetta kappingarárið. Søgurnar siga, at Paris Saint-Germain, Inter Milan og Juventus er eitt gott boð. Tað hevur eisini ljóðað, at FC Barcelona skal hava víst áhuga, men tað kemur mest av góða vinskapinum við landsmannin Lionel Messi.