Sergio Ramos spælir David Beckham

La Liga: Mallorka sendi bara 15 ára gamlan spælara á vøllin

Real Madrid er aftur oddalið í sponsku landskappingini, har Real Madrid og FC Barcelona eru stavn um stavn í oddinum. Í gjár vann Real Madrid 2-0 á heimavølli móti Mallorka.

Brasilska stórtalentið, Vinicius Junior, legði heimaliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fór spanski landsliðsliðskiparin, Sergio Ramos, at spæla David Beckham. Miðverjin sendi eitt fríspark upp í málhornið.

Sjey minuttir fyr tíð kom 15 ára gamli Luca Romero á vøllin fyri Mallorka. Hann er 15 ár og 219 dagar gamal. Tað er nýtt met í sponsku landskappingini, har tað er loyvi at gera fimm útskiftingar.

##med2##

1Real Madrid31208359:2168
2Barcelona31215570:3168
3Atlético Madrid311413439:2255
4Sevilla311411644:3253
5Getafe311310840:2949
6Villarreal311461149:4048
7Real Sociedad311451247:3947
8Valencia301210841:4346
9Granada311271237:3643
10Athletic Bilbao311012933:2742
11Osasuna319111136:4638
12Levante311151537:4438
13Alavés31981431:4635
14Real Betis308101240:4834
15Real Valladolid317131126:3634
16Celta Vigo317121229:3533
17Eibar30781531:4729
18Mallorca31751929:5226
19Leganés315101623:4425
20Espanyol30591626:4924

Highlights Real Madrid vs RCD Mallorca (2-0)