Sergio Ramos tók myndir við børnunum

Liðskiparin hjá Real madrid tók sær tíð saman við børnunum

Mynd: Sergio Ramos tekur mynd saman við ungu fjepparunum, sum møttu til venjingina í dag

Mynd: Sergio Ramos tekur mynd saman við ungu fjepparunum, sum møttu til venjingina í dag

Spanska landsliðið hevur í kvøld vant á Tórsvølli. Millum stóru stjørnurnar á liðnum er liðskiparin, Sergio Ramos. Fleiri børn vóru komin oman at heilsa upp á spælararnar, og tey fóru ikki heim vónsvikin.

##med2##

Altvinnandi miðverjin hjá Real Madrid, sum eisini er HM og EM vinnari við Spania, tók sær nevnliga góða tíð at taka myndir saman við børnunum uttanfyri B36-húsið. Hóast tey vóru nøkur í tali, so tók Sergio Ramos tað tíð, tað tekur so øll fingu eina mynd. Tað var sjón fyri søgn, at tey vóru fegin um at fáa sjálvmynd saman við heimsstjørnuni.

Einasti spaniólin í føroyskum fótbólti í løtuni, Pedro Taracon Anton, fekk eisini møguleikan at heilsa upp á Sergio Ramos og fleiri av sponsku spælarunum. Pedro býr nú fast í Føroyum og spælir við B68. Hann verður partur av toyminum hjá FM1 í morgin.
##med4##

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.
##med3##

Mynd: Sergio Ramos tekur mynd saman við ungu fjepparunum, sum møttu til venjingina í dag

Mynd: (FSF/Bjarni Enghamar) Serigo Ramos úr Real Madrid (t.v) og Jordi Alba úr FC Barcelona til venjing í dag