Serligt panel um pengar í fótbólti á FM1 seinnapartin

Petur Asbjørn Lervig fær vitjan frá FSF og Taks, og fyrrverandi og núverandi formenn í fótbóltsfeløgum vitja eisini

Petur Asbjørn Lervig skipar fyri serligum tema-fótbóltspaneli á FM1 seinnapartin

Petur Asbjørn Lervig skipar fyri serligum tema-fótbóltspaneli á FM1 seinnapartin

Seinnapartin millum klokkan 16.05 og 16.50 skipar Petur Asbjørn Lervig fyri einum tema-fótbóltspaneli á FM1.

Tema´ið hesaferð er fótbóltur og pengar.

Gestir vera Sonni L. Petersen, fyrrverandi formaður í NSÍ, Jákup Mørk, núverandi formaður í B36. Haraftrat vera umboð fyri FSF og Taks í sendingini.

Millum klokkan 15.05 og 15.50 skipar Sjúrður H. Hoydal fyri einum hondbóltspaneli, og klokkan 17.15 til 18 skipar Óli G. Samuelsen fyri einum flogbóltspaneli á FM1.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Petur Asbjørn Lervig skipar fyri serligum tema-fótbóltspaneli á FM1 seinnapartin