Shoot-out: 21 Dánjal-mál bastu H71 og teimum 18 Elias-málunum (myndir)

Tað var reinur skotbardagi ímillum Dánjal Ragnarsson og Elias Ellefsen á Skipagøtu í steypafinaluni hjá dreingjum 18. 21 mál frá Dánjali koppaðu dystinum í evstu løtu

Dánjal Ragnarsson verður tveittur upp í loft í fagnaði fyri tey 21 málini, ið koppaði dreingir 18-finaluna til Neistan

Dánjal Ragnarsson verður tveittur upp í loft í fagnaði fyri tey 21 málini, ið koppaði dreingir 18-finaluna til Neistan

Faxe Kondi-finala

Dreingir 18: H71 - Neistin 32-34

Myndir niðast í greinini

Eftir at hann var kosin dagsins leikari í mansfinaluni, skudli Elias Ellefsen á Skipagøtu gera seg til reiðar til enn eina steypafinalu. Hesaferð við dreingjum 18.

Mótstøðuliðið var Neistin, sum millum annað kundi bjóða Dánjal Ragnarsson, sum var heilt stóri leikarin í seinnu hálvfinaluni hjá monnum. Ungi neistamaðurin skoraði tá 11 mál, og hann hevði ferð á skotarminum aftur í dag.

Hetta eftir at hann hevði verið til royndarvenjing í Norra í vikuni, sum ungi neistamaðurin segði við FM1 sunnudagin.

Tað vóru teir báðir, Dánjal og Elias, sum stóðu fyri mestu málskjótingini, meðan verjurnar eisini vístu seg væl fram.

Neistin hevði hug at vera á odda við einum tveimum málum eftir eina dystarbyrjan har verjurnar byrjaðu væl.

Málini fóru at koma títtari, og tað var framvegis Neistin sum hevði hug at vera á odda.

Spurningurin var bara hvør fekk steðgað teimum báðum stjørnunum úr vaksnamannadeildini.

"Shoot-out" róptu fólk í høllini tað, tá ið teir báðir høgdu ein bólt fyri og annan í netið.

Stutt fyri hálvleik hevði Neistin hug at økja upp í trý mál á muni, men H71 fótaði sær, og kundi ístaðin revsa tvey neistamistøk og javna til 13-13 tveir minuttir áðrenn steðgin, og eftir at Dánjal Ragnarsson og Elias E. á Skipagøtu aftur skiftust at høgga bóltarnar inn, eydnaðist tað brádliga H71 at leggja seg á odda 16-15, sum gjørdist hálvleiksstøðan.

Tá høvdu teir báðir, Dánjal hjá Neistanum og Elias hjá H71 skotið ávikavist níggju og átta mál í part.

H71 byrjaði seinna hálvleik best, men Rókur Holm Joensen í neistamálinum forðaði fyri, at munurin øktist upp í meira enn trý mál og Dánjal Ragnarsson fekk minkað um munin til 18-16 eftir trimum minuttum av seinna hálvleiki.

Munurin helt sær til einir 11 minuttir vóru farnir, áðrenn H71 økti upp í fýra og fimm mál á muni.

Eftir tríggjar flottar bjargingar frá Róki Holm Joensen fór munurin at minka aftur tá ið farið var undir seinasta korterið. Tá ið níggju minuttir restaðu í hevði Neistin minkað niður í eitt mál á muni við fýra málum á rað. 29-28 til H71.

Nú vóru nervar á í báðum legum. Mistøk fóru at koma. Og so var javnt!

Dánjal Ragnarsson minkaði tvær ferðir úr 32-30 til 32-32. Tveir og ein hálvur minuttur eftir.

Í hinum endanum brast Elias eitt brotskast á tvørtræið, og so kundi Dánjal leggja Neistan á odda aftur 33-32. Góður minuttur eftir.

Í hinum endanum brast Elias enn eitt skot á tvørtræið, og so kundi Neistin spæla tíðina út, og stórfegnast um steypagullið hjá dreingjum 18.

Dánjal Ragnarsson endaði dystin sum toppskjútti við 21 málum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var skrásettur fyri 18 mál.

 Og eingin mundi gerast ovfarin av, at Dánjal Ragnarsson var kosin dagsins leikari.

##ms##

 

 

 

Dánjal Ragnarsson verður tveittur upp í loft í fagnaði fyri tey 21 málini, ið koppaði dreingir 18-finaluna til Neistan