SÍ er lítil favorittur móti Fleyr

Flogbóltur, menn: Fyrra hálvfinalan, sum verður spæld í Klaksvík í morgin, er tann mest spennandi hálvfinalan. Gamaní eru sørvingar væl fremri í landskappingini, men Fleyr hevur vunnið á SÍ í ár

Fyrra hálvfinalan í steypakappingini hjá monnum, sum verður spæld í Klaksvík í morgin, er tann mest spennandi hálvfinalan. Gamaní eru sørvingar væl fremri í landskappingini, men Fleyr hevur vunnið á SÍ í ár, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi í kvøld.

Hálvfinalurnar í mansflogbólti eru tveir dystir har tey gomlu feløgini spæla ímóti teimum “nýggju”. Ikki tí, SÍ og ÍF hava bæði stoltar og drúgvar flogbóltstraditiónir, og hava verið við í landskappingini í nógv ár.

Men hyggja vit eftir flogbóltshagtølunum, so síggja vit, at tá tann skipaða landskappingin byrjaði, vóru tað serliga Fleyr og Mjølnir, sum gjørdu um seg fyrstu nógvu árini.

Gamaní vann ÍF sítt fyrsta meistaraheitið í 1989, men tað gingu tíggju ár afturat, áðrenn næsta meistaraheitið fór til eitt annað felag enn Mjølnir ella Fleyr. Aftur ta ferðina var tað ÍF, sum vann.

Fyrstu ferð í 2002

Fyrstu ferð sørvingar gjørdu ein vørr var í 2002, tá SÍ vann steypakappingina, men síðan tá hava sørvingar gjørt um seg. Fyrsta meistaraheitið hjá monnum kom til høldar í 2005, og síðan hava sørvingar vunnið fimm meistaraheitið afturat. Tey bæði seinastu í 2016 og í 2017.

Harafturímóti hevur tað gingið meira striltið hjá Fleyr, sum í hesi øldini bara hevur vunnið tvey meistaraheiti og steypakappingina einaferð.

Sørvingar koyra betur

Í morgin er tað hálvfinalan í steypakappingini, sum er á skránni, og í fyrru hálvfinaluni skulu sørvingar spæla móti havnarmonnum.

Hyggja vit eftir landskappingini, so hevur SÍ klárað seg betur enn Fleyr í ár.
Sørvingar liggja á øðrum plássi í landskappingini, gamaní langt aftanfyri Mjølnir, men eisini langt frammanfyri Fleyr.

Tað áhugaverda er tó, at SÍ er tað einasta liðið, sum í ár hevur vunnið á Mjølnir, og í so máta kann tað geva eina ábending um, at sørvingar eru rímiliga væl fyri.

Men sørvingar hava eisini tapt ímóti Fleyr í ár, og tað kann so hinvegin geva eina ábending um, at dysturin ikki er so einfaldur at spáa um, sum stigatalvan í landskappingini leggur upp til.

Gjørt stórt arbeiði

Sum nevnt frammanfyri er SÍ eitt av teimum feløgunum, sum seinnu árini veruliga hevur myndað føroyskan flogbólt.

Felagið hevur, bæði á kvinnu- og á manssíðuni, lagt stóran dent á ungdómsmenning, og tað er heilt vist ein orsøk til, felagið hevur klárað seg so væl síðan aldarskiftið.

Í fyrraárið gjørdu sørvingar tó tað bragd við teimum eldru, at teir ikki bara sópaðu teirra egnu ungu av vegnum, teir vunnu eisini steypafinaluna á besta liði hjá ÍF.

Tað sigur eitt sindur, hvat man er uppi ímóti, tá man hevur við flogbólt í Sørvági at gera, og tað vita havnarmenn.

Finalan bjargar árinum

Bæði hesi feløgini, Fleyr og SÍ, eru í tí støðu, at eitt pláss í steypafinaluni bjargar kappingarárinum.

Samanborið við landskappingina er steypakappingin tann stutti vegurin til heiður, og við tí trýsti, sum er á í einari steypafinalu, kunnu smá ting gera, at tað ikki koppar tann vegin, sum styrkin annars leggur upp til.

Hvørt tað verður Fleyr ella SÍ, sum kemur í finaluna, sum verður spæld um tvær vikur, ber sjálvandi ikki til at siga við vissu, men vit mugu nokk staðfesta, at sørvingar bera favorittleiklutin við sær á vøllin í Klaksvík í morgin.

Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:
 

KVINNUR
Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR 

MENN
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF