SÍ-Fleyr 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Hjørtur Joensen hjá SÍ og Róa Hentze hjá Fleyr seta orð á 3-0 sigurin hjá SÍ á Fleyr

Rói Hentze (Fleyr) og Hjørtur Joensen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

Rói Hentze (Fleyr) og Hjørtur Joensen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

SÍ vann seg upp á annað plássið í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti við einum 3-0 sigri á Fleyr vesturi í Sørvági í dag.

SÍ-Fleyr 3-0 (26-24, 25-21 og 25-23)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hjørtur Joensen hjá SÍ og Róa Hentze hjá Fleyr. Rói heldur, at dagarnir har ein skyldar uppá minni høllina í Sørvági mugu vera taldir, tí teir í Fleyr hava spælt so ofta í Sørvági nú. Hjørtur væntar hóast sigurin í dag eina spennandi kapprenning millum SÍ, ÍF og Fleyr um at fylgja Mjølnir í FM-finalurnar. 

Mjølnir er á odda við 11 stigum. SÍ hevur seks stig. ÍF hevur fýra stig, og Fleyr er aftast við trimum stigum. 

 

 

Rói Hentze (Fleyr) og Hjørtur Joensen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

(SÍ-Fleyr 3-0, avgerandi bóltarnir og samrøður við Róa Hentze og Hjørtur Joensen)