SÍ vann á grannunum og vann seg í steypafinaluna (FM1)

(FM1) Hoyr Elsu Sandberg Nielsen hjá Drátti og Vivian Joensen hjá SÍ seta orð á 3-1 hálvfinalusigurin hjá SÍ á Drátti

Vivian Joensen hjá SÍ og Elsa Sandberg Nielsen hjá Drátti (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Vivian Joensen hjá SÍ og Elsa Sandberg Nielsen hjá Drátti (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Sørvingar hava argingarrættin vesturi í Vágum aftaná hálvfinalusigurin á grannunum úr Drátti í steypahálvfinaluni í Klaksvík í dag. SÍ vann 3-1, og var í stóra og heila betra liðið í dag. Besta løtan hjá Drátti var tá tær komu sterkt aftur í triðja setti, og vunnið settið 25-23. 

Finalan verður millum SÍ og Mjølnir, ið fyrr í dag vann 3-0 á KÍF í hinari hálvfinaluni.

SÍ-Dráttur 3-1 (26-24, 25-19, 23-25, 25-20)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerand bóltunum í teimum fýra settunum.

2) Hoyr viðmerkjaran, Gaja í Brekkuni taka samanum settini og dystin. Gaja heldur, at Dráttur kom ov illa úr startholunum í dystinum, og samanumtikið vann SÍ ein uppibornan sigur.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Elsu Sandberg Nielsen hjá Drátti og Vivian Joensen hjá SÍ, ið stórfegnast um, at SÍ hevur vunnið seg í enn eina steypafinalu. 

 

 

Vivian Joensen hjá SÍ og Elsa Sandberg Nielsen hjá Drátti (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(SÍ-Dráttur 3-1, avgerandi bóltarnir, samanumtøka hjá Gaja í Brekkuni, og samrøður við Elsu Sandberg Nielsen og Viviann Joensen)