Síðsta løtan var sera hendingarrík

1. DEILD: Víkingur megnaði at svara aftur, hóast 07 Vestur var frammanfyri við tveimum málum

Noah Mneney javnaði til 2-2 fyri Víking, tá ið hann skoraði fyri aðru ferð í fimm dagar

Noah Mneney javnaði til 2-2 fyri Víking, tá ið hann skoraði fyri aðru ferð í fimm dagar

Inntil tað restaði eitt korter á Dungasandi í Sørvági mikukvøldið, bendi alt á, at heimaliðið fór at vinna fulla úrtøku, men soleiðis endaði tað ikki.

Teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu teir bestu hjá 07 Vestur. Úrslitið var 2-2. Fyrri hálvleikur var málleysur.

Seinni partur av seinna hálvleiki var lívligur og hendingarríkur, tí tá vóru øll málini skorað.

07 Vestur legði seg framum miðskeiðis í seinna hálvleiki, og fimm minuttir seinni varð 2-0. Í báðum førum var 20 ára gamli Niels Mouritsen málskjútti, og í báðum førum var tað eftir hornaspark.

Niels Mouritsen hevur verið á 07 Vestur liðnum í átta landskappingardystum í ár, og hann hevur skorað seks mál og er næstbesti málskjúttin. Tað er bara Solomon Kwao, sum hevur skorað fleiri mál. Máltalið hjá honum er átta.

Fýra minuttir eftir, at heimaliðið hevði økt um leiðsluna til 2-0, svaraði Víkingur aftur. Tað var við brotssparki, sum Óli Kristian Skála Jacobsen umsetti til mál. Tá restaði eitt korter, og tveir minuttir undan leikloki eydnaðist tað Víkingi at javna til 2-2. Málskjútti var 16 ára gamli Noah Mneney, sum skoraði fyri aðru ferð í fimm dagar. Nú hevur hann skorað trý mál á næstbesta Víkinga liðnum í ár.

Javnleikurin ber við sær, at Víkingur hevur 37 stig og er topplið saman við NSÍ, sum leygarmorgunin kl. 11 fer at spæla á útivølli ímóti B36.

07 Vestur er á triðja plássi. Tað eru trý stig aftur til KÍ, sum eigur útsettan dyst ímóti B71 á.

Noah Mneney javnaði til 2-2 fyri Víking, tá ið hann skoraði fyri aðru ferð í fimm dagar