Síðstu løtuna gekk tað skjótt

1. DEILD: Eftir málleysan fyrra hálvleik skoraði KÍ fýra mál í 2. hálvleiki

Leygardagin vann KÍ 4-0 á heimavølli ímóti B71. Tá ið tað var hálvleikur, vísti máltalvan framvegis 0-0.

Tríggjar minuttir eftir steðgin var tað KÍ liðformaðurin Tórur Justesen, sum vit brotssparki legði heimaliðið framum.

Tepra KÍ leiðslan helt sær, inntil tað restaðu seytjan minuttir. Aftur var tað Tórur Justesen, sum avgreiddi úr ellivu metrum, og aftur sendi hann bóltin framvið B71 málverjanum Jóhan Herálvi Hentze og í málið.

Hjalgrím Elttør var uppií, tá ið KÍ fimm minuttir undan leikloki økti um leiðsluna til 3-0. Dómarin skrásetti málið at vera sjálvmál. Tá ið ein stórur tími var farin, varð Atli Danielsen skiftur inn á KÍ liðið, og í síðsta minutti staðfesti hann 4-0 heimasigurin.

Úrslitið ber við sær, at KÍ framvegis er á fjórða plássi. KÍ hevur 35 stig, og tað eru trý stig fram til 07 Vestur, sum er á triðja plássi.

B71 er á sætta plássi við 19 stigum.