Siga frá AB-NSÍ og Víkingur-EB/Streymur klokkan 15

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge eru frásøgumenn hjá FM1 á Argjum og í Sarpugerði í Norðragøtu

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá dystunum AB-NSÍ og Víkingur-EB/Streymur klokkan 15 í dag

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá dystunum AB-NSÍ og Víkingur-EB/Streymur klokkan 15 í dag

Tríggir dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum klokkan 15 seinnapartin, og fer FM1 at siga frá tveimum dystum.

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge fara at siga frá dystum AB-NSÍ úti í Vika á Argjum, og dystinum millum Víking og EB/Streym í Sarpugerði í Norðragøtu. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum HB og ÍF, ið eisini byrjar klokkan 15. Fyrr spældu høvuðsstaðarfeløgini ymiskar klokkutíðir tá tvey av teimum høvdu heimadyst sunnudagar, men tann leisturin er fyribils sleptur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á FM1, har samrøður verða við umboð fyri tey ymisku betrideildarliðini. Samrøðurnar koma út á in.fo seinni.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. 

 

 

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá dystunum AB-NSÍ og Víkingur-EB/Streymur klokkan 15 í dag