Siga frá B36-TB klokkan 15 og KÍ-Skála klokkan 19.45

FM1 sigur frá tveimum dystum í Betrideildini í dag. Frásøgumenn verða Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Skála á FM1 klokkan 19.45 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Skála á FM1 klokkan 19.45 í kvøld

Tveir dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum í dag.

Klokkan 15 tekur B36 móti TB á ovara vølli í Gundadali í Havn. Klokkan 19.45 - á sjómannadegnum - tekur KÍ móti Skála við Djúpumýrar í Klaksvík.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á í Klaksvík á FM1. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Gundadali í Havn á FM1.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri B36, TB, KÍ og Skála koma út á in.fo aftaná dystirnir eru spældir.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Skála á FM1 klokkan 19.45 í kvøld