Føroyska landsliðið á Hilton

Føroyski hópurin er nú samlaður í Kastrup undan ferðini til Grikkalands í morgin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Føroyska landsliðið til dystin móti Ungarn

Mynd: (Álvur Haraldsen) Føroyska landsliðið til dystin móti Ungarn

Føroyska landsliðið er í kvøld samlað á Hilton gistingarhúsinum í Kastrup. Áleið helmingurin av spælarunum fóru við flúgvarinum seinnapartin í dag úr Vágum, meðan útisetarnir leggjast afturat harfrá teir nú eina ferð spæla.

 

Les eisini: Toppskjúttin aftur á landsliðnum

 

Stemmningurin í landsliðshópinum tykist avslappaður og spælararnir í Effo-deildini gleða seg til seinasta dystin á hesum árinum, eftir eitt langt kappingarár. Nýggjur á landsliðnum er Hanus Jacobsen úr Víkingi, sum er komin við tí Ári M. Jónsson og Alex Mellemgaard báðir hava givið avboð.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Lars Olsen um landsliðsúttøkuna

 

Teitur M. Gestsson hevur í vikuni vant við FC Nordsjælland í donsku Superliguni, og er tí komin til úr Danmark.

 

Les eisini: (Fótbóltspanelið - ljóðbrot) Hans Jørgen hevði uppborið betri

 

Ferðin til Athen í Grikkalandi byrjar tíðlíga í morgin. Flúgvarin við føroyska hópinum fer úr Kastrup klokkan 7.40 føroyska tíð. Føroyska landsliðið hevur eina venjing seint seinnapartin í morgin.

 

Les eisini: Grikkaland úttikið landsliðið