Ein dystur verður leiktur í Meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti í kvøld.
Dysturin er millum Fleyr og KÍF, og byrjar klokkan 18 í høllini á Hálsi í Havn.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri Fleyr og KÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.