Siga frá Føroyar-Slovakia klokkan 14 og Mjølnir-Dráttur klokkan 17

Sjúrður H. Hoydal sigur frá HM-undanundankappingardystinum, og Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum í steypakappingini hjá kvinnum

Sjúrður H. Hoydal er hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1

Sjúrður H. Hoydal er hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1

Stórur ítróttardagur verður á FM1 seinnapartin í dag. 

Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá HM-undanundankappingardystinum millum Føroyar og Slovakia, ið verður spældur í Luksemborg. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari.

Klokkan 17 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti millum Mjølnir og Dráttur, ið eru nummar eitt og tvey í meistaradeildini.

Samrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Sjúrður H. Hoydal er hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1