Siga frá H71-KÍF klokkan 16.30 í dag

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum H71 og KÍF á FM1

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Okkaradeildini millum H71 og KÍF, ið byrjar klokkan 16.30 í Hoyvíkshøllini

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Okkaradeildini millum H71 og KÍF, ið byrjar klokkan 16.30 í Hoyvíkshøllini

KÍF sum liggur á fimta plássi við níggju stigum, trý stig aftanfyri Neistan og VÍF hevur brúk fyri at vinna á H71 í Hoyvíkshøllini seinnapartin í dag klokkan 16.30 um kollfirðingar ikki skulu falla afturúr í stríðnum um at vinna seg í FM-hálvfinalurnar.

6. oktober tapti H71 sín einasta dyst higartil hetta kappingarárið, tá teir taptu 27-31 móti KÍF í høllini í Kollafirði, og tí hava hoyvíkingar sum liggja greitt á odda í Okkaradeildini við 16 stigum nakað at hevna.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7192672105716
 STÍF10285276913
 NEISTIN102692432612
 VÍF102822661612
 KÍF9251240119
 KYNDIL10257267-106
 TEAM KLAKSVÍK10215324-1090

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Okkaradeildini millum H71 og KÍF, ið byrjar klokkan 16.30 í Hoyvíkshøllini