Siga frá hálvfinaluni Luksemborg-Føroyar klokkan 19.30 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur frá Luksemborg-Føroyar, hálvfinalu í smálandakappingini í kvinnuflogbólti. Sendingin byrjar klokkan 19.30

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá hálvfinaluni millum Luksemborg og Føroyar í smálandakappingini í kvinnuflogbólti. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 19.20 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá hálvfinaluni millum Luksemborg og Føroyar í smálandakappingini í kvinnuflogbólti. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 19.20 í kvøld

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu greitt bólkafinaluna móti Skotlandi í bólki B í smálandakappingini, ið er í Luksemborg í hesum døgum. Skotland vann greitt fyrsta og triðja sett við settúrslitinum 25-17. Frægasta føroyska avrikið var í øðrum setti, ið endaði 25-22 til Skotland.

Føroyar skulu nú spæla hálvfinalu ímóti vertstjóðini, Luksemborg. Dysturin byrjar klokkan 19.30. 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Sendingin byrjar klokkan 19.20.

Hæddarpunkt, greiningar og samrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

Vinna Føroyar á Luksemborg spælir føroyska liðið finalu í morgin klokkan 15.30. Tapir føroyska liðið móti Luksemborg spælir føroyska liðið bronsudyst klokkan 13. FM1 sigur frá dystinum Føroyar spæla í morgin.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá hálvfinaluni millum Luksemborg og Føroyar í smálandakappingini í kvinnuflogbólti. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 19.20 í kvøld