Siga frá KÍ-HB klokkan 18 og NSÍ-B36 klokkan 20

FM1 sigur sjálvandi EISINI frá stórdystunum í Betrideildini, ið vera leiktir í kvøld

Tróndur Arge (myndin) og Sjúrður H. Hoydal eru frásøgumenn hjá FM1

Tróndur Arge (myndin) og Sjúrður H. Hoydal eru frásøgumenn hjá FM1

Tveir týðandi dystir í Betrideildini vera leiktir í kvøld.

KÍ, ið liggur á øðrum plássi við 41 stigum tekur móti oddaliðnum, HB sum hevur 46 stig. Trýst er á KÍ at vinna dystin, meðan HB kann liva við einum javnleiki. Dysturin byrjar klokkan 18.

NSÍ, ið liggur á fjórða plássi við 35 stigum tekur móti B36, ið liggur á triðja plássi við 37 stigum. Bæði liðini hava hart brúk fyri at vinna dystin. Dysturin byrjar klokkan 20.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum, ið vera leiktir við Djúpumýru í Klaksvík og við Løkin í Runavík.

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Tróndur Arge (myndin) og Sjúrður H. Hoydal eru frásøgumenn hjá FM1