Siga frá Kyndil-Stjørnan (SMS) og H71-VÍF (Okkara) í kvøld

Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 18 og dysturin í Okkara-deildini byrjar klokkan 20. Sjúrður H. Hoydal sigur frá

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum á FM1 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum á FM1 í kvøld

Í kvøld sigur FM1 frá tveimum hondbóltsdystum.

Klokkan 18 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og Stjørnuna, ið verður spældur í høllini á Hálsi.

Klokkan 20 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá oddadystinum í Okkara-deildini millum H71 og VÍF, ið verður spældur í Hoyvíkshøllini.

Dysturin millum H71 og VÍF verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður við umboð fyri Kyndil, Stjørnuna, H71 og VÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum á FM1 í kvøld