Siga frá NSÍ-KÍ klokkan 18.30 og AB-ÍF klokkan 19

Frásøgumenn hjá FM1 í kvøld vera Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen

Tróndur Arge fer saman við Hilmari Jan Hansen at siga beinleiðis frá betrideildarfótbólti á FM1 í kvøld

Tróndur Arge fer saman við Hilmari Jan Hansen at siga beinleiðis frá betrideildarfótbólti á FM1 í kvøld

Tríggir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í kvøld:

Klokkan 18.30: NSÍ-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 19: AB-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) og Skála-EB/Streymur (FM1 prátar við venjararnar hjá Skála og EB/Streymi aftaná klokkan 21)

Royndi frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ, og Tróndur Arge sigur beinleiðis frá tí fyrsta av trimum ólavsøkudystum. dystinum millum AB og ÍF úti í Vika á Argjum. 

Ljóðsamrøður við umboð fyri øll seks liðini og hæddarpunkt koma út á in.fo í kvøld.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Tróndur Arge fer saman við Hilmari Jan Hansen at siga beinleiðis frá betrideildarfótbólti á FM1 í kvøld